Formula bjóðar nú vælkomin á Óðinshædd

Formula er flutt í nýggj stásilig høli á Óðinshædd í Havn. Starvsfólkahópurin er eftir fáum árum vaksin upp um 80 starvsfólk, og hølisviðurskiftini vóru tí vorðin ov trong.

Formula hevur hildið til í Stiðjagøtu síðan 1991 og hevur seinastu mongu árini húsast í tveimum bygningum. Nú er alt virksemið savnað undir somu lon.

Tað fer at skapa betri samvirkni millum deildirnar í fyritøkuni, og vit kunnu tí veita eina enn betri tænastu til okkara kundar.
— Fróði Magnussen, stjóri á Formula.

Nýggju hølini á Óðinshædd gera eisini, at Formula er komið tættari býnum og harvið eisini nærri fleiri av kundunum. Á Formula fegnast tey tí um at kunna veita eina betri persónliga tænastu til kundarnar.

Hølini eru innrættað av nýggjum til virksemið hjá Formula. Tey eru stór og rúmlig og geva okkum bestu umstøður at mennast.
— Fróði Magnussen