Mínrokning í nýggjari útgávu

 Øll, ið hava NemID ella MínLykil, hava atgongd til nýggju Mínrokning skipanina. Logga verður á umvegis peningastovnin ella á heimasíðuni minrokning.fo

Øll, ið hava NemID ella MínLykil, hava atgongd til nýggju Mínrokning skipanina. Logga verður á umvegis peningastovnin ella á heimasíðuni minrokning.fo

Mínrokning er ein føroyskt ment skipan, ið avgreiðir rokningar millum sendara og móttakara. Nú kanst tú síggja, kanna, vátta ella avvísa talgildar rokningar, ið verða sendar til tín.

Rokningadepilin, sum út við 400 fyritøkur, stovnar og kommunur kenna hann, er dagførdur og útgivin í nýggjari útgávu – Við navninum Mínrokning.

Nýggj tøkni, nýtt snið og enn fleiri hentleikar gera fyrisiting av rokningum lættari hjá fyritøkum og stovnum - og nú eisini privatum brúkarum.