Dimmalætting nýggja netsíðu

Dimmalætting er nú klár á nýggjari netsíðu við einfaldum sniði, ið er tillagað ymiskum eindum. Nógv orka er brúkt til at finna rætta skapið, soleiðis at síðan er løtt at brúka, bæði fyri útgevara og brúkara.

Samstarvið við E7 hevur verið fyrimyndarligt. Starvsfólkini á E7 hava gjørt sær ómak at seta seg inn í okkara tørv, og vit hava í felag funnið fram tær røttu loysnirnar fyri okkum.
— Ingi Rasmussen, netredaktørur

Vit hava verið gjøgnum eina drúgva tilgongd at menna eina tíðindasíðu, sum setir tann grundleggjandi, týdningarmikla og góða journalistikkin í hásæti.

Fyri okkum hevur tað verið umráðandi at hava ein føroyskan veitara, sum vit altíð kunnu fáa samband við, so at vit áhaldandi kunnu menna síðuna til tann kræsna føroyska brúkaran.
— Ingi Rasmussen