Nema hevur selt part av KT-menningini til nýggja KT-fyritøku

Tað, sum drívur verkið í nýstovnaðu KT-fyritøkuni Klintra, er at menna fjøltáttaðar KT - loysnir, sum flyta kundan langt fram á røttu kós.

Okkara styrki er tær samansettu loysnirnar. Tað er tað vit duga, og tað er tað vit vilja.
— Jógvan K. Glerfoss, stjóri í Klintra

Klintra er ein vitanarsterk fyritøka. Starvsfólkini í Klintra, øll við hollari ástøðiligari bakgrund innan kunningartøkni, hava meira enn 12 ára royndir í meðal. Starvsfólkini eru felags um ynskið at kunna savna seg fult og heilt um kjarnuvirksemið og tískil eiga tey øll part í felagnum.  Klintra er ein nýggj fyritøka, men fólkið er væl kent á føroyska KT- marknaðinum.

Málið hjá Klintra er, at felagið skal vera ein miðdepil í føroyskari KT-vinnu, sum nú stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum við at talgilda Føroyar.

Klintra yvirtekur allar loysnirnar í deildini Software Solutions í Nema, men samstarvið heldur kortini fram. 

Vit vænta eitt gott samstarv millum feløgini og leggja okkum eftir, at kundarnir merkja sum minst til broytingina, men annars, at kundarnir framyvir fara at merkja, at fyritøkurnar eru meiri fokuseraðar og verða uppaftur betri til at veita tænastur á sínum kjarnuøkjum.
— Júst í Túni Vang, stjóri í Nema