Føroyskur ritbúnaður selur eisini uttanlands

Føroyski ritbúnaðurin Totalview, sum hevur fleiri enn 100.000 brúkarar í 13 londum, hevur nú fingið enn fleiri brúkarar. Formula hevur nú í góð 15 ár selt ritbúnaðin Totalview uttan fyri landoddarnar, og í farnu viku eydnaðist tað at fáa enn eina fittliga sølu.

Norska kommunan Sandefjord Kommune hevur í útboði valt føroyska Totalview fram um aðrar skipanir. Í Sandefjord Kommune starvast umleið 3500 fólk. Sandefjord liggur uttan fyri høvuðsstaðin Oslo, og er fólkaríkasta kommunan í Vestfold-økinum við yvir 45.000 íbúgvum.

Gott samstarv við føroyskar stovnar og fyritøkur er fyritreytin fyri sølu uttanlands

Tørvurin og avbjóðingarnar hjá kommunum í Føroyum og uttanlands eru í stóran mun tær somu. Samstarvið við føroysku kommunurnar um Totalview hevur tí gjørt sítt til, at tað er møguligt at selja loysnina til aðrar kommunur uttanlands.

Totalview er ein starvsfólka- og leiðsluloysn, sum Formula mennir til smærri og miðalstórar fyritøkur og stovnar í Føroyum og uttanlands. Loysnin verður seld umvegis umboð í teimum ymisku londunum. Eitt umboð á staðnum hevur tann fyrimun, at tey kenna tørvin á staðnum, men upprunin og fyritreytin fyri, at hettar letur seg gera, er heimamarknaðurin.

Søgan við Totalview vísir, at standa føroyingar saman um at menna og brúka føroyskt KT, kunnu hesar loysnir eisini standa seg í kappingini uttanlands.
— Fróði Magnussen, stjóri í Formula