E7 flutt í nýggj hølir

Aftaná 3 ár á Tinghúsvegi er E7 nú flutt í størri og meira nútímans hølir. Framyvir loysir E7 uppgávurnar fyri kundar SíNAR á Skansavegi 1

Í E7 hava tey verið glað fyri gomlu skrivstovuna, men nú var tíðin komin til at flyta í størri hølir. Tey eru vorðin fleiri, og hava brúk fyri meira plássi til teirra kundasamskifti.

Fyritøkan hevur nú 7 starvsfólk í alt, aftaná at Jesper Svenningsen pr. 1. februar gjørdist partur av liðnum sum verkætlanarleiðari og rithøvundur. Jesper hevur royndir frá lýsingarvinnuni og hevur eisini starvast í donsku verjuni sum kunningarfólk og samskiftisráðgevi.

Vit eru í gongd við fleiri størri verkætlanir fyri okkara kundar, so vit vóna sjálvandi, at tey merkja, at vit eru flutt
— Jesper Christoffersen, annar stjórin í E7

Í E7 eru tey spent upp á  framhaldandi gott samstarv við kundarnar, og við útsýni yvir gomlu Havnina og Tinganes, er tað uppaftur stuttligari at fara til arbeiðis um morgunin, sigur Jesper Christoffersen.

 

Les meira um kt-loysnirnar hjá E7 á www.e7.fo