Formula er aftur ársins Xerox-umboð

 Atli Hentze, Torkil Strøm og Kim Ejdesgaard, umboð frá prentdeildini á Formula, tóku móti heiðrinum á samkomu í London. 

Atli Hentze, Torkil Strøm og Kim Ejdesgaard, umboð frá prentdeildini á Formula, tóku móti heiðrinum á samkomu í London. 

Formula er aftur ársins Xerox-umboð

Formula er á samkomu í London aftur kosið ársins Xerox Partner of the Year í kapping við onnur umboð úr øllum Norðurlondum. Formula er ein av fáu fyritøkunum, sum hevur vunnið hendan heiðurin tvær ferðir. Formula vann eisini heiðurin í 2012.

Heiðurin verður latin eina ferð um árið til eitt umboð, ið hevur klárað seg serliga væl. 

Ian Mitchell, Bengt Ceder og Wilco van Bezooijen úr leiðsluni í Xerox Evropa, handaðu heiðurin. Kim Ejdesgaard, Torkil Strøm og Atli Hentze tóku móti. Xerox-umboð úr øllum Norðurlondum vóru til staðar undir handanini. 

Vit vita, at prent og avrit ikki eru høvuðsuppgávurnar á skrivstovunum kring landið, men tað er neyðugt at hesi rigga, sum tær skulu, so kundin kann hugsavna seg um tað, ið hevur týdning fyri teirra fyritøku.
— Kim Ejdesgaard, leiðari á prentdeildini á Formula

Formula hevur drúgvar royndir við Xerox prent- og kopimaskinum. Fyritøkan hevur nú í fleiri áratíggju ár veitt Xerox-prentarar og kopimaskinur til føroyskar fyritøkur og stovnar.