KT-Húsið fingið nýggjan bústað

Eftir at hava verið í Vágsbotni, síðani byrjanina í 2012, er KT-húsið flutt út á Grønlandsveg 5.

KT-húsið hevur, saman við Innspark, keypt gamla bygningin hjá Landsbyggifelagnum á Grønlandsvegnum 5. Tey fara í næstum at seta bygningin í stand og verður tað arbeiðið væntandi liðugt einaferð í summar. Við nýggju og betri arbeiðsumstøðunum hava tey heilar 650 kvadratmetrar at ráða yvir.