Ver – Føroysk KT-framleiðsla í heimsflokki

ver_case.jpg

Ver er vørumerki hjá Føroya Tele og verður brúkt at marknaðarføra ein nýggjan heim av prepaid vørum og tænastum. Handan pallin, sum veitur hesar tænastur, er ein góð føroysk KT-søga.

Tænastupallurin er føroysk KT-framleiðsla úr einum enda í annan, tí øll menningin er framd av Føroya Tele og føroyskum ráðgevum. Til at menna nýggja tænastupallin varð eitt toymi mannað við sniðgevum, marknaðarfólkum, televerkfrøðingum og KT-fólkum.

Markamótið hjá kundunum er ein heimasíða, sum er ment við bestu tøkni innan responsive Web design, og virkar sum ein sjálvgreiðsla. Aftanfyri sjálvgreiðsluna á heimasíðuni er ein ver-pallur av KT-tænastum, sum virkar á bakstøðisskipanir til teleútgerð, avrokning og kundarøkt. Hesin savnar verandi og nýggjar skipanir í eina samanhangandi heild, sum veitir ver-tænasturnar til kundan.

Ein marknaðar- og produktstrategi varð ment, samstundis sum pallurin varð sniðgivin og mentur. Eftir eitt tíðarskeið á fýra mánaðir var pallurin virkin, og eitt nýtt úrval av ver-haldum kundi marknaðarførast.

Føroya Tele er errið av at hava ment ein so stórfingnan pall til sínar kundar, tá talan er um eitt stutt skoðbrá frá hugskoti til veruleika. Hetta er prógv um førleikar í heimsflokki hjá einum føroyskum KT-toymi.

Fáar vikur eftir, at ver kom fram, vórðu fleiri túsund kundar á pallinum, og í dag hava fleiri enn 15.000 kundar hjá Føroya Tele eitt ver-hald.