Vodafone flytir í nýggj hølir

 Nýggju høllini hjá Vodafone eru í Bókbindaragøtu, har Fróðskaparsetrið hevur húsast seinastu árini.

Nýggju høllini hjá Vodafone eru í Bókbindaragøtu, har Fróðskaparsetrið hevur húsast seinastu árini.

Nýggjar tíðir eru fyri framman. Seinastu 14 árini hevur Vodafone húsast á Óðinshædd í Tórshavn, haðan mangt frambrot á føroyska fjarskiftismarknaðinum hevur havt sín fyrsta tanka. Nú flytir Vodafone í nýggj hølir í Bókbindaragøtu í Havn, tætt við har, sum gamla politistøðin var.

Í samband við at Vodafone er flutt, letur móttøkan á Óðinshædd aftur og letur upp niðri á nýggju høvuðsskrivstovuni hósdagin 3. desember. Vodafone hevur harumframt handlar í SMS og í Saltangará, har kundar kunnu avgreiða síni viðurskifti..