KT-vinnan fagnar tilmælinum um Heldina

 Lilly Dam Hanssen frá Talgildu Føroyar greiddi frá tilmælinum um Heldina

Lilly Dam Hanssen frá Talgildu Føroyar greiddi frá tilmælinum um Heldina

 

Á fundi í Vinnuhúsinum hósdagin 3. desember 2015 var ávegis tilmælið um at íverkseta Heldina viðgjørt av KT-vinnuni saman við umboðum fyri Talgildu Føroyar.  11 av 13 limum í KT-felagnum vóru við.

Heldin er nýggja loysnin til talgilt samskifti millum stovnar og virkir í Føroyum. Talgildu Føroyar hevur í eina tíð arbeitt við at finna frægasta leistin, og í november 2015 var ein verkstova við luttøku av flestu føroysku KT-fyritøkunum. Umframt at vera førleikamennandi, so var eitt endamál við verkstovuni at meta um, hvør tøknilig loysn er tann besta.

Í tilmælinum verður tikið samanum, og mælt verður til at halda fram við at íverkseta útgávu 5 av estlendsku loysnini "X-road" og brúka hetta sum eina lopfjøl til víðari menning. Ein royndarskipan við X-road útgávu 5 koyrir longu sum er á KT Landsins á ambætarum hjá Elektron, og mett verður, at tað ber til at fáa eina rakstrarskipan upp at koyra innanfyri tveir mánaðir.

Heldin er sambært tilmælinum ein fortreyt fyri, at aðrar verkætlanir - sum til dømis talgildur samleiki og grunddataskráir - kunnu íverksetast uttan seinkingar. Kostnaðurin av at seta Heldina í verk verður mettur at vera sera lágur, og harvið verður tann fíggjarligi vágin eisini lítil.

Mælt verður eisini til at gera eina greining og kravfesting til næstu útgávu av Heldini, sum eigur at vera ment í Føroyum, grundað á tær royndir, sum verða gjørdar við fyrstu útgávuni. Longu nú eru nøkur øki staðfest, har tað er neyðugt við ábøtum, so tað hóskar betri til dagsins menningarmannagongdir.

Limirnir í KT-felagnum tóku væl ímóti tilmælinum og søgdu sum við ein munn, at hetta eigur at verða sett í verk sum skjótast.