Norskur banki gongur nýggjar KT-leiðir

Innveiting skapar betri tænastu og menning av lokalu KT-vinnuni

Í Føroyum hava vit seinastu árini sæð eitt rák, har fyritøkur, stovnar og onnur í alt størri mun hava útveitt KT-menning og tískil eru uppgávurnar í mongum førum endaðar á útlendskum hondum. 

Í grannalondunum hevur rákið eisini verið at útveita KT-menning og KT-tænastur, ofta til veitarar uttanlands. Men norski Skandiabanken í Bergen gongur nú ímóti streyminum og innveitir alla KT-menning fyri at spara pening, tryggja góðskuna og veita kundunum eina betri tænastu. Hetta hevur eisini havt positiva ávirkan á lokalu KT-vinnuna í Bergen og eitt tætt samstarv við lærustovnar og aðrar fyritøkur í býnum.

Skandiabankin hevur sostatt tilvitað valt eina øðrvísi strategi og valt at gera KT til ein kjarnuførleika og sjálvi at standa fyri allari KT-menning hjá bankanum.

Skandiabankin hevur eitt sera høgt kundanøgdsemi, sum vit hava vunnið fleiri virðislønir fyri. Tað er tí at vit kenna kundan og gera tingini á okkara egna máta. Um vit skuldu útveitt KT-menning, hevði tað kravt nógva orku av okkum.
— Eirunn Skogen, KT-leiðari í Skandiabankanum

Skogen vísir á, at við at innveita KT-tænasturnar, heldur enn at senda tær av landinum, er Skandiabankin við til at stimbra og menna lokalu KT-vinnuna.

Øll greinin kann lesast á digi.no