KT-vinnan við til íverksetan av talgildu Føroyum

 Mynd: © Talgildu Føroyar

Mynd: © Talgildu Føroyar

Í KT-felagnum fegnast vit um, at Talgildu Føroyar nú veruliga er farið í gongd og at mann frá fyrsta degi ger júst tað rætta við at hava KT-vinnuna við. Í dag varð fyrsta fetið tikið til at seta í verk átøkini í heildarætlanini fyri talgilding av Føroyum. 30 fólk frá nærum øllum KT-veitarum í landinum‚ vóru møtt upp til verkstovur. 

Skeiðið er er liður í pilot-verkætlanini‚ at seta í verk Heldina, ið er ein loysn at standardisera samskiftið millum KT-skipanir. Heldin er ein miðspjødd loysn, sum er júst tað, sum vinnan mælir til.

Les meira um Heldina

 

Skeiðið hevur fleiri endamál:

  • At royna, um leisturin við Heldini veruliga er tann rætti
  • At kanna eftir, hvussu estlendska tøknin kann tillagast føroysk viðurskifti
  • At styrkja førleikarnar hjá føroyskum KT-fólki at menna og íverkseta loysnir, sum brúka Heldina.

Tað er Talgildu Føroyar sum stendur fyri verkstovuni.