400 lærarar á verkstovu hjá Tökni

KT-fyritøkan Tökni, sum millum annað menti og seldi læringsspælið OilSim til amerikanska oljurisan Schlumberger, er farið undir at menna nýggj læringsspøl.

Tað fyrsta í røðini er fiskivinnuspælið Seafoodsim, sum verður ment sum partur av eini ES-verkætlan.

Í døgunum 26.-29. november luttóku gott 400 fólkaskúlalærarar á verkstovuni “Spælgrundað læring”, sum Tökni skipaði fyri á Nám-ráðstevnuni “Skúlin í netsamfelagnum”. Hetta svarar til umleið helvtina av øllum fólkaskúlalærarum í Føroyum.

Endamálið við verkstovuni var at økja um førleikarnar hjá lærarunum at brúka spælgrundaða læring í undirvísingini, umframt at greiða frá nýggja undirvísingaramboðinum og læringsspælinum Seafoodsim.

Lærararnir fingu høvi at royna spælið, sum snýr seg um at fiska á føroyska landgrunninum og fáa bestu fíggjarligu úrtøkuna, samstundis sum samfelagslig og umhvørvislig atlit verða tikin.

Afturmeldingarnar vóru sera positivar.

  • “Hetta spælið sær sera gott og spennandi út. Gott við einum fiskivinnuspælið. Tað kundi eg gott hugsað mær at brúkt í skúlanum. Viðkomandi fyri teir føroysku næmingarnar”.
  • “Sera stuttligt, og verður bara betri við øllum hugskotunum, sum vóru løgd fram. Altíð gott við læruríkum inputtum/spølum”.
  • “Hetta er eitt gott arbeiði, ið tit gera. Heilt avgjørt nakað, ið fer at vinna frama millum næmingarnar og eisini lærararnar”.
  • “Gleði meg at sleppa at royna spælið. Absolutt aktuelt. Spennandi.”
  • “Haldi hetta er ógvuliga áhugavert og viðkomandi, og vekir áhugan hjá næmingunum fyri fiskivinnu.”
  • “Onki at ivast í, at eitt spæl sum "Seafoodsim" er eitt viðkomandi spæl fyri føroysk børn. “

Tökni arbeiðir víðari við Seafoodsim, og fer í 2016 eisini í gongd við eitt læringsspæl um orkuskipanir.