KT er basalt

Føroyska samfelagið stendur framman fyri eini spennandi talgildari framtíð við millum øðrum talgildum samskifti millum borgarar og tað almenna og heimtøku av bankaskipanum. Hetta fer at seta stór krøv til vitan, royndir og arbeiðsorku hjá KT-veitarum av ymsum slagi. 

Føroyska KT-vinnan sær seg sum ein sjálvsagdan part av hesi framtíð og KT-felagið fer tí undir eitt átak, ið skal fáa myndugleikar og vinnulív at velja føroysku KT- vinnuna í enn størri mun enn higartil. Føroyska KT-vinnan hevur í fleiri ár merkt,  at útlendskir veitarar verða tiknir fram um, tá KT verkætlanir verða framdar í Føroyum. Hetta hóast føroyska KT-vinnan hevur bæði førleikar, royndir og arbeiðsorku at standa fyri KT loysnum við støði í føroyska tørvinum.

Ofta verður haft á orði, at vit eru so fáment og at vit skulu ikki uppfinna djúpar tallerkar av nýggjum. Veruleikin er, at nýskapan trívist best í smáum eindum og kunningartøkni snýr seg um nógvar smáar betringar heldur enn stór einsamøll nýbrot.
— Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum

At stovnar og fyritøkur hava lyndi at velja útlendskar veitarar fram um føroyskar ger tað truplari at varðveita og tiltrekkja dugnalig starvsfólk, og tað er ein missur bæði hjá vinnuni og samfelagnum. Nógvir væl útbúnir føroyingar starvast í KT-vinnuni uttanlands, sum eins væl kundu flutt heim og verið partur av føroysku menningini. Í løtuni starvast umleið 200 fólk í føroysku KT-vinnuni, men við einum øktum virksemi, á hædd við okkara grannalond, kunnu fleiri hundrað arbeiðspláss verða skapt í KT-vinnuni komandi árini.

KT-felagið er av tí greiðu fatan, at føroyska KT-vinnan eigur at vera høvuðsveitari og ikki undirveitari hjá føroyska KT-samfelagnum og kann vísa á fleiri góðar orsøkir til at keypa føroyskt KT, millum annað lága prísstøðið og fleksibla arbeiðsmegin í Føroyum.

Stundin er komin hjá føroyingum at gagnnýta hesar fyrimunir. Lutfalsliga lítla støddin á Føroyum er í veruleikanum ein fyrimunur. Vit eru fim, flytfør og duga nógv ymiskt. Júst tað, sum tørvur er á í dagsins og framtíðarinnar samfelag.

Heldur enn at síggja ein størri váða í at keypa føroyskar KT-tænastur, eiga vit at síggja tað sum ein tryggleika bæði í mun til tíð, pengar og góðsku. Føroyska KT-vinnan hevur førleikarnar, skilir tørvin betur og hevur nógv meiri at missa enn útlendskar fyritøkur, um tað gongur galið.
— Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum

Á nýggju heimasíðuni hjá KT-felagnum, www.kt.fo verður ljós varpað á føroysku KT-vinnuna, millum annað við yvirliti yvir KT-fyritøkur og tíðindum úr føroysku KT-vinnuni.