Føroyska Dynateam fyrimynd fyri aðrar Microsoft partnarar

 Kurt Juvyns, Senior Product Marketing Manager/Microsoft Dynamics, greiðir frá um Dynateam í Føroyum

Kurt Juvyns, Senior Product Marketing Manager/Microsoft Dynamics, greiðir frá um Dynateam í Føroyum

Í oktober mánaði var stór ráðstevna í Mannheim, Týsklandi, har Microsoft Dynamics NAV veitarar úr øllum EMEA (Europa, Miðeystur og Afrika) vóru umboðaðir. Tilsamans 1500 luttakarar vóru á ráðstevnuni.

Har greiddi Kurt Juvyns, Senior Product Marketing Manager/Microsoft Dynamics, partnarum úr øllum EMEA frá um Dynateam í Føroyum, sum veruliga hava dugað at gagnnýta møguleikarnar við NAV á Azure hjá Microsoft. Stórur áhugi var fyri fyrilestrinum hjá Kurt Juvyns, sum talaði fyri fullum sali.

Føroyska fyritøkan Dynateam varð stovnað í 2011 við greiðari fokusstrategi: At veita føroyska vinnulívinum betri loysnir og tænastur bygdar á standardskipanina Microsoft Dynamics NAV.

Tað var greitt, at framtíðar KT loysnir í alsamt størri mun fóru at koyra í cloud. Tøknin var tøk og fyrimunirnir fyri kundarnar eru eyðsýndir. Skipanirnar eru ongantíð niðri og trygdin fæst ikki betri. Kostnaðurin er lágur og goldið verður bert eitt mánaðarligt brúkaragjald, sum kann skalerast upp og niður eftir tørvi hjá fyritøkuni.
— Snæbjørn B. Jacobsen

 Á ráðstevnuni  luttóku Snæbjørn B. Jacobsen og Súni Slættanes frá føroysku KT-fyritøkuni Dynateam, sum eru millum fremstu Microsoft partnarar í heiminum, tá umræður at bjóða Dynamics NAV sum cloud loysn.