Formula er hornasteinur undir vøkstrinum hjá donskum Gazelle-vinnara

 Rúni Brimvík, leiðari fyri altjóða sølu og Fróði Magnussen, stjóri í Formula

Rúni Brimvík, leiðari fyri altjóða sølu og Fróði Magnussen, stjóri í Formula

Formula hevur styrkt sína støðu uttanlands, nú danska telefyritøkan, Complea, hevur vunnið Gazelle-heiðurin. Tað heldur Fróði Magnussen, sum er stjóri í Formula.

Vit vænta, at heiðurin hjá Complea ber við sær, at okkara vøkstur uttanlands fer at halda fram
— Fróði Magnussen

Tað er danska vinnulívsblaðið Børsen, sum letur Gazelle. Heiðurin verður latin smærri og miðalstórum fyritøkum í Danmark, sum hava havt ein serstakan vøkstur í nøkur ár.

Complea og Formula fóru undir samstarv fyri fýra árum síðan. Complea hevur havt javnan positivan vøkstur hesi árini, og fyritøkan hevur seksfaldað søluna síðani 2011.

Tað er KT-loysnin Totalview, sum Formula hevur ment, ið er ein av høvuðsorsøkunum til vøksturin, heldur Morten Hovaldt, stjóri í Complea.

Totalview-loysnin hjá Formula er ein av hornasteinunum undir vøkstrinum, sum vit hava havt seinastu árini. Totalview skal samstundis vera við at tryggja ein framhaldandi vøkstur komandi árini
— Morten Hovaldt

Totalview er ein leiðsluloysn, sum Formula hevur ment til smærri og miðalstórar fyritøkur og stovnar. Loysnin hevur fleiri enn 100 túsund brúkarar í Føroyum og Norðurevropa.

Loysnin verður seld umvegis samstarvspartarnar í norðurlondum. Lokalir samstarvspartarnar hava tann fyrimun, at teir kenna tørvin á staðnum, sigur Fróði Magnussen.

Heiðurslønir sum hesar eru samstundis ein av lyklunum til framhaldandi vøkstur hjá okkum. Tað ger, at vit kunnu bjóða spennandi og mennandi størv her heima
— Fróði Magnussen

FAKTA UM GAZELLE

Tað er Greens Analyseinstitut, sum stendur fyri tilnevningunum til Gazelle. Støði verður tikið í hagtølum frá Erhvervs- og Selskabsstyrelsen. Fyritøkur kunnu søkja um ikki at vera tilnevndar henda heiðurin. Árligu vakstrarúrslitini eru grundarlagið undir tilnevningini.