Tökni

Um okkum

Hjá Tökni menna og veita vit læringsspøl til skúla og vinnu. Læringsspølini verða ment saman við nógvum ymiskum serfrøðingum bæði innan læring og innan einstøku fakøkini - t.d. orkufrøði ella fiskivinnu.

Vit forrita læringsspølini sjálvi og arbeiða í løtuni við tøknum sum C++, PHP, Javascript og Unreal Engine. Umframt læringsspøl menna vit í løtuni avgerðarskipanir (Decision Support Systems). Vit hava arbeitt við spælgrundari læring síðan 2002, men læra framvegis hvønn dag, hvussu vit kunnu gera læring betri gjøgnum spøl.

Síðani 2002 hava fleiri enn 40.000 fólk luttikið á skeiðum og útbúgvingartiltøkum, sum vit hava fyriskipað og har okkara læringsspøl hava verið brúkt.

Samband

Niels Finsensgøta 16
Postsmoga 195
FO-110 Tórshavn
Føroyar

Telefon: +298 356600
Teldupostur: info@tokni.fo


Viðkomandi tíðindi