Føroya Tele

Føroya Tele. Samskifti í heimsflokki

Eitt smidligt samskifti er fortreytin fyri allari menning í einum framkomnum samfelag. Skulu fyritøkur og fólk í Føroyum hava bestu umstøður at mennast og virka í dagsins samfelag krevst, at samskiftisloysnir og kunningartøkni eru á altjóða stigi. Føroya Tele er tí ein sera umráðandi samstarvsfelagi hjá vinnulívi og einstaklingum í dag.

Aðalmálið hjá Føroya Tele er at seta kundan og Føroyar í miðdepilin. Vit knýta fólk saman, og vit eru í fremstu røð við tøkni og menning. Føroya Tele skal tryggja, at sambandið út í heim er trygt, skjótt og gott, og at føroyingar um alt landið hava nærum eins góðar møguleikar at samskifta. Vit hava tí sett okkum fyri at hava eitt net í heimsflokki fyri øll og at vera við beinanvegin, tá ið broytingar henda.

Tað er lætt at siga, at vit vilja hava samskifti í heimsflokki. Føroya Tele ger eisini nakað við tað. Bæði fasta breiðbandið og farnetið verða tí støðugt útbygt til hægst møguligu ferðirnar og bestu dygdina. Á mobilu síðuni eru Føroyar nú vorðnar granskingarøki hjá Huawei, tá nýggj tøkni skal útbyggjast, og tí kann føroyskt vinnulív og føroyski borgarin vænta áhaldandi at vera í fremstu røð í komandi árum.

Við einum tænastusinnaðum, effektivum og eldhugaðum starvsfólkahópi hevur tað eydnast Føroya Tele at gerast millum fremstu fjarskiftisfyritøkur um okkara leiðir. Dugnalig KT-fólk og góðar KT-skipanir eru ein fortreyt fyri hesum. Góða gongdin skal fyrst og fremst koma kundanum og føroyska samfelagnum til góðar, við dygdargóðum og framkomnum tænastum til kappingarførar prísir.

Føroya Tele er ein sera sterk fyritøka, ið hevur ta neyðugu fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra tær stóru íløgurnar í fjarskifti, sum krevjast í Føroyum. Um 180 starvsfólk starvast í Føroya Tele, sum eisini eigur kt-fyritøkuna Formula, har 80 fólk starvast. Samtakið er skipað við dótturfeløgunum FT Samskifti, FT Net og Shefa, sum rekur samskiftiskaðlarnar út í heim, umframt Televarpinum.

 

Samband

Føroya Tele
P.O. Box 27
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands

Telefon +298 30 30 30
Fax: +298 30 30 31
Email: ft@ft.fo


Viðkomandi tíðindi